Fimm fólk fingu skaða í skottilburði í Grønlandi

Tvey fólk vórðu rakt av skoti, meðan onnur trý fingu skaða undir skottilburði í Narsaq í Grønlandi.

 

Grønlands Politi hevur handtikið ein mann, sum hildið verður hevur staðið aftan fyrr skottilburðin í Narsaq í gjár. (Arkivfoto). - Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix

Tvey fólk vórðu rakt av skoti í grønlendska býnum Narsaq seinnapartin í gjár lokala tíð.

Tað upplýsir Brian Thomsen, sum er vaktleiðari hjá Grønlands Politi, fyri grønlendska kringvarpinum KNR.

Tey bæði fólkini, sum vórðu rakt av skotum, eru uttan fyri lívsvanda.

Løgreglan í Grønlandi fekk boðini um skottilburðin klokkan 16:50, og hálvan tíma seinni var tann, sum hildið verður hevur skotið, handtikin.

– Tað vil siga, at vandamikla støðan, vit høvdu í Narsaq, er av, sigur Brian Thomsen.

Umframt tey bæði fólkini, sum vórðu rakt av skotum, fingu trý onnur skaða í tilburðinum. Tey vórðu tó ikki rakt av skotum.

Brian Thomsen greiðir frá, at tey trý fólkini fingu skaða, tí kúlur hava rakt aðrar lutir, sum eru brotnaðir, og fólkini eru rakt av hesum.

Løgreglan kennir enn ikki motivið til skottilburðin.

Grønlands Politi er í ferð við at kanna hendingina og hevur tí ikki fleiri viðmerkingar.

/ritzau/

 

Grønlands Politi hevur handtikið ein mann, sum hildið verður hevur staðið aftan fyrr skottilburðin í Narsaq í gjár. (Arkivfoto). - Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix