Fimm hondbóltsdystir vera um vikuskiftið

Hondbóltur: Hjá kvinnunum hevur VÍF frí, meðan strandingar og neistamenn heldur ikki sleppa í dyst hetta vikuskiftið

Í dag og í morgin verður annað umfar av hondbóltslandskappingini. Tveir dystir vera í dag og tríggir í morgin.

Mansliðið hjá NSÍ hevur tikið seg úr kappingini, og tí verður dysturin hjá teimum móti Neistanum av ongum. Hann skuldi annars verið spældur leygardagin, men nú kann Neistin halda frí í staðin.

Sunnudagin verða tveir dystir í 1. deild hjá monnum. Í Vestmanna spæla KÍF og Kyndil, meðan H71 og VÍF hittast í Havn.

KÍF tapti sín fyrsta dyst, sum var móti Neistanum, meðan Kyndil vann í tættari uppgerð móti H71. Vestmenningar vunnu á Skála seinasta vikuskifti, meðan H71 tapti móti Kyndli. Um Kyndil og VÍF vinna sínar dystir í morgin, eru longu fýra stig millum tvey tey ovastu og tvey tey niðastu liðini.

StÍF byrjaði við ósigri móti VÍF, og hetta vikuskiftið hava strandingar frí. Næsti dystur hjá teimum verður í Havn sunnudagin 25. oktober móti Neistanum.


Tríggir kvinnudystir

Hjá kvinnunum kunnu vit rokna við eini spennandi kapping í ár. Bæði Kyndil og StÍF taptu seinasta vikuskiftið móti liðum, sum ikki gjørdu seg serliga galdandi í fjør, og bæði liðini munnu vera uppsett upp á at fáa síni fyrstu stig.

Í dag spælir StÍF móti Stjørnuni, sum vann á Kyndli í Havn seinast. Felagsliðið hjá GÍ og NSÍ hevði frí seinast, men kemur upp í kappingina í dag, tá tær spæla í Havn móti Neistanum. Neistin fekk eina góða byrjan upp á kappingina við at vinna í Vági seinasta sunnudag, og við einum sigri í dag kunnu tær leggja seg sera væl fyri beinanvegin.

Í morgin verður tað hitt havnarliðið hjá kvinnunum, Kyndil, sum fer til Vágs. VB kann vera torført at basa á heimavølli, og í fjør vunnu tær eisini á útivølli móti Kyndli, sum seinni bleiv føroyameistari.