Klokkan 16 í dag letur seinasta framsýningin í Listaskálanum í ár upp. Listarmenninir eru fimm í tali, og fimm av teimum væl kendu. Talan er um Amariel Norðoy, Kára Svennson, Eyðun av Reyni, Anker Mortensen og Andreas Andreasen.
Samstundis sum hetta er seinasta listaframsýningin í ár, er hetta seinasta sýningin, meðan Bárður Jákupsson er leiðari. Hann fer nevniliga frá 1. januar.
Eini 90 verk verða at síggja í Listaskálanum í døgunum 7. ? 15. desember. Talan er um skulpturar og málningar.
Opið er í Listaskálanum týsdag til fríggjadag frá 14 ? 17 og leygardag og sunnudag frá 14 ? 18.
Tað eru Amariel Norðoy, Kári Svensson og Eyðun av Reyni, sum í felag hava staðið fyri listaframsýningini.
Myndatxt: Amariel Norðoy, Kári Svensson, Eyðun av Reyni og Anker Mortensen. Hesir fýra saman við Andrias Andreasen, myndahøggara, sum vantar á myndini, sýna fram í Listaskálanum
Mynd: Jens Kr. Vang