Høgni Hoydal, landsstýrismaður er væl nøgdur við fundin við andstøðuna, sum ikki var nøkur samráðing, men meira ein frágreiðing um tað, sum nýskipanarbólkurin hevur mælt til.
Høgni Hoydal vísti á, at talan er um fimm høvuðspunkt semja skal finnast um: burðardygd, kvota ella fiskidagar, fiskivinnurættindi, útlendskur kapitalur og virðisøking.
-Flokkarnir luttóku í orðaskiftinum, so tað haldi eg var gott. Nú hava vit ein fund aftur í næstu viku, har flokkarnir kunnu venda aftur við teirra sjónarmiðjum, sigur Høgni Hoydal.
Jcob Vestergaard, sum var ein av teimum, sum umboðaði Fólkaflokkin, var eisini nøgdur við fundin, sum heldur ikki hann fataði sum samráðing, men meira upplýsing.
Lógin um vinnuligan fiskiskap fer úr gildi 31. desember 2017, so tíðin er knøpp. Skal uppskot leggjast fram í hesi tingsetuni og allar freistir haldast, so er seinasti framløgudagur 4. mars.
Tað vil siga, at tað er millum tveir og tríggir mánaðir at samráðast í.