Aftaná 1-3 ósigurin ímóti Finnlandi í gjárakvøldið fekk Tróndur Arge orðið á fimm landsliðsspælarar.
Gunnar Nielsen, Christian L. Holst, Róaldur Jakobsen, Gilli Sørensen og Sonni Ragnar Nattestad vóru allir harmir um úrslitið, men teir staðfestu, at Finnland er eitt sterkt og vælspælandi lið.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvat Gunnar Nielsen, Christian L. Holst, Róaldur Jakobsen, Gilli Sørensen og Sonni Ragnar Nattestad søgdu aftaná dystin. Fremst hoyrist frásøgnin hjá Tróndi av 1-0 málinum hjá Føroyum. Jens Martin Knudsen varð viðmerkjari.