10 stig av 10 møguligum.
Tað er úrtøkan hjá TB seinastu vikurnar. Góða gongdin hevur við sær, at kvinnurnar av Tvøroyri hava togað seg munandi nærri triðja plássinum í deildini.
Hesaferð stóð Dráttur fyri skotum. Guðrið Nolsøe gekk fremst, tá TB vann 3-1.
TB hevði tamarhald á støðuni meira ella minni allatíðina. Gestirnir svaraðu aftur í triðja setti, men so tók Guðrið Nolsøe ábyrgd og tryggjaði TB bæði stigini.
Ovastu liðini vunnu
Mjølnir og Fleyr, sum eru nærmastu kappingarneytarnir hjá oddaliðnum SÍ, vunnu sínar dystir um vikuskiftið.
Mjølnir vann lætt og einfalt á Ternuni. Botnproppurin vitjaði í Klaksvík fríggjakvøldið. Kvinnurnar úr Klaksvík vunnu 3-0 við settúrslitunum 25-12, 25-18 og 25-23.
Fleyr vann tætta dystin móti ÍF. Úrslitið var 3-2. Liðini togaðust um leiðsluna allatíðina, men havnarliðið hevði yvirvág í seinasta settinum. Úrslitið var 15-10 í fimta settinum.
Oddaliðið SÍ vann 3-0 á KÍF, og varðveiti stigamunin á tvey stig niður til nærmastu kappingarneytarnar.