Finalan í Grand Prix verður mikukvøldið

Hesaferð fara aldursbólkarnir frá 12-13 og uppeftir at kasta diskos og leypa trístøkk, meðan tey yngru kasta bólt og leypa longdarlop. Kappingargreinarnar verða hesar:

 

Dreingir og gentur 8-9 ár: 40 m, 400 m, bóltkast og longdarlop

Dreingir og gentur 10-11 ár: 200 m, 600 m, bóltkast og longdarlop

Dreingir og gentur 12-13 ár: 200 m, 1000 m, diskoskast og trístøkk

Dreingir og gentur 14-15 ár: 100 m, 1500 m, diskoskast og trístøkk

Dreingir og gentur 16-17 ár: 400 m, 1500 m, diskoskast og trístøkk

Dreingir og gentur 18-19 ár: 400 m, 1500 m, diskoskast og trístøkk

 

Tilmelding fer fram á www.renn.fo. Seinasta tilmelding er mánakvøldið 17. aug. kl. 22.00. Tað verður ikki møguligt at melda til á staðnum! Kostnaðurin fyri tiltakið er kr. 30.