Finalistar spíla seg út

Finalistarnir í singer/songwriter kappingini á Cafe Kaspar tora ikki at hava stóru vónirnar. Finala verður leygarkvøldið, og teir spíla seg út og koma við onkrum nýggjum. Café Kaspar á Hotel Hafnia í Havn verður leygarkvøldið karmur um ársins singer/songwriter finalu. Sum skilst hevur ein teirra, ið kom víðari í undanumførunum, Noah Chaparro forfall, og verður ikki við. Hinir, ið komu víðari, eru Jústines í Túni/Sakaris Joensen, Lyon Hansen og Jógvan Joensen.

Sum skilst hava tveir luttakarar afturat frá undankappingunum fingið boð um, at teir verða mettir at eiga pláss í finaluni, men bert annar teirra hevur tikið av, og er tað Heri Olsen, sum sostat eisini fer á pall leygarkvøldið.

Jústines í Túni og Sakaris Joensen siga seg sum so kunna kallast nokkso nýggjar á palli, men tó hevur Sakaris tær drúgvaru royndirnar.

-Vit satsa og lena okkum ikki bara afturá, siga Jústines og Sakaris.

Lyon Hansen er nokkso nýggjur á palli, tó at hann hevur roynt seg eitt sindur.

- Eg hugsi ikki so nógv um hini sum spæla, sigur Lyon, ið er spentur til leygarkvøldið.

Jógvan Joensen er óivað eisini eitt rættiliga óskrivað blað fyri mongum, men hann hevur tó roynt seg eitt sindur á ymsum spælistøðum.

Jógvan verður leygarkvøldið sjálvur annar á palli, tí afturat sær hevur hann Benjamin Petersen, sum seinnu árini er komin fram sum stak dugnaligur guitarleikari.

Afturat hesum luttakarunum verður Heri Olsen við í finaluni.

Allir luttakarar eru spentir og siga seg koma við onkrum nýggjum.

Rás2 sendir frá finaluni leygakvøldið.