Finaluplássið skal framvegis røkkast

Hóast talan er um ættarliðsskifti hjá kvinnulandsliðnum, so heldur Margit Joensen ikki, at tær skulu medda lægri. Finalupláss má vera minsta kravið, heldur hon

Flogbóltur

Gullmerki trý ár á rað forplikta. Føroysku flogbóltskvinnurnar hava seinastu oyggjaleikirnar verið kanska sterkasta kortið hjá okkum, og tað er einki løgið í tí, um fólk í ár hava stórar vónir til liðið.
Samstundis stendur tó greitt, at talan hevur verið um stóra útskifting av "gylta ættarliðnum" sum seinastu tríggjar oyggjaleikirnar hevur verið við til at vinna gullið. Fleiri av royndu spælarunum eru ikki við longur, og tí skulu nýggjar setast við. Nýggjar ungar kvinnur, sum heilt greitt hava evnini, men enn hava tær ikki verið noyddar at prógva hesi í slíkum høpi, sum oyggjaleikirnir eru.

Trýstið má standa royndina
Ein av teimum, sum enn er eftir, er Margit Joensen. Hon var fyri fyrstu ferð við á leikunum í 1995, og eftir barnsburðarfarloyvi í '97 hevur hon verið við til at vinna tey trý gullmerkini, sum eru komin í '99, '01 og '03.
Og hóast hon ásannar, at tað uppgávan kann tykjast møtumikil, so heldur hon avgjørt ikki, at ambitiónirnar skulu skrúvast nakað serligt niður.
- Eitt finalupláss má avgjørt vera tað, sum vit medda eftir. Sjálvandi er vónin, at tað so eisini kann gerast talan um gullmerki, men silvur má í øllum førum vera minsta kravið, heldur hon.
Men talan hevur verið um sera tættar finaluuppgerðir tær báðar seinastu ferðirnar. Ber tað til at krevja líka nógv, nú útskiftingin hevur verið so stór?
- Tú plagar jú at siga, at maður kemur í mans stað, og tað vóna vit so eisini. Vit hava fleiri ungar spælarar, sum nú fáa møguleikan at royna seg í hesum høpi, og so er at vóna, at nakrar av álvara taka av hesum møguleikanum. Og hinvegin vita vit heldur ikki, hvussu hinar eru fyri.
- Men tú kanst sjálvandi hava rætt í, at nýggju herarnir eisini skulu standa sína roynd. Tað er jú ikki til at vita upp á forhond, hvussu reaktiónirnar verða, um talan til dømis verður um sama gysara, sum tað hevur verið tær báðar seinastu ferðirnar. Her kemur kanska ein enn størri ábyrgd at hvíla á okkum, sum hava roynt somu støðu fyrr, heldur Margit at enda.