Finaluumførini

Seinastu tvey umførini í donsku 1. deild verða leikt um vikuskiftið. Føroyingar - sum í løtuni eru á 6. plássi - ætla sær eftir 3. plássinum.

Upptakt

Málið er rokkið; Føroyska talvfelagið flytur ikki niður. Heili sjey stig eru niður til niðurflytingina, men hinvegin eru einans hálvttriðja stig upp til 3. pláss.

Støðan undan seinastu tvey umførini:
Helsinge 30,0
Skolerne 26,0
SK 1968 21,5
K4121,5
Brønshøj19,5
TF Føroyar19,0
Nørresundby12,0
Århus10,5

Føroyingar hitta toppliðið Skolerne í sætta umfari leygardagin og botnliðið Århus sunnudagin. Allir dystirnir í finaluumførunum í 1. deild verða leiktir undir sama taki í Árhus.
Fyrri dysturin verður móti einasta kappingarneytunum hjá Helsinge, Skolerne. Teir hava sjey altjóða meistarar (IM) á liðnum, og á flestu borðunum eru allir javnt sterkir.
Stjørnan á liðnum er 18 ára gamli Davor Palo, sum verður mettur at vera størsta talent í Danmark í longri tíð. Væntandi megnar norski stórmeistarin á føroyska liðnum við hvíta fólkinum at steðga unglinginum.
Samanumtikið kann nevnast at vit eru mettur at fáa eitt petti omanfyri 3 stig á teimum átta borðunum. Málið er at fáa ein 4-4 javnleik. Tað er ikki órealistiskt, og samstundins er tað eitt slag av einum kravi, um føroyingarnir vilja røkka einum møguligum 3. plássi.

Stórsigur á botnliði
Fær liðið eitt gott úrslit móti Skolerne leygardagin, verður lagt harðliga til brots móti botnliðnum Århus sunnudagin. Málið er ein stórsigur áljóðandi umleið 6-2.
Hetta ljóðar helst sum um føroyingarnir undirmeta liðið úr Århus. Árhus-liðið, sum hevur mist nógvir góðir telvarar til onnur lið, hevur sum heild telvað á einum sera lágum støði í ár. Eisini eru teir helst vissaðir at flyta niður, tá teir hitta føroyska felagið sunnudagin, og hava tí ikki neyðuga sjálvsálitið undan dystinum sunnudagin. Um allir á føroyska liðnum megna at halda nervarnar í ró og konsentratiónina í hásæti, átti tað verið ein møguleiki fyri stórsigri.

Styrkur úr Føroyum
John Rødgaard verður við føroyska liðnum báðir dystirnar. Við sínum royndum verður hann liðnum ein kærkomin hjálp í vónini um at røkka einum sensationellum triðja plássi í fremstu donsku deildini. Hóast triðja plássið ikki er veruleikafjart, er eitt 4-6. pláss ivaleyst nøktandi.
Vert at leggja til merkis er, at føroyingar bert hava tapt ein dyst higartil í donsku elitudeildini, nevnliga lemjandi 1-7 ósigurin móti toppliðnum Helsinge. Annars hevur felagið vunnið tveir dystir og leikt tveir javnir.


Væntaðu liðuppstillingarnar í 6-7. umfari:

6. umfar

FøroyarSkolerneVæntað skora
1GM Einar Gausel2525IM Davor Palo25100,52
2IM Nikolaj Borge2408IM Karsten Rasmussen24540,44
3John Arni Nilssen2426IM Henrik El-Kher24040,53
4Flóvin Tór Næs2337IM Jan Sørensen24020,41
5IM John Rødgaard2306IM Mads Boe23660,42
6Heini Olsen2264IM Uffe Vinther-Schou23970,32
7Carl Eli Nolsøe Samuelsen2194IM Tobias Bent Christensen23810,26
8Heini Danielsen2165Thomas Ochsner23520,26
3,16

7. umfar

FøroyarÅrhusVæntað skora
1Einar Gausel2525Rasmus Skytte24030,67
2Nikolaj Borge2408Daniel Vesterbæk Pedersen23660,56
3John Arni Nilssen2426John Rendboe22100,78
4Flóvin Tór Næs2337Jakob Bjerre Jensen22050,68
5John Rødgaard2306Jan Rode Pedersen21890,66
6Heini Olsen2264Peter Husted21790,62
7Eyðun Nolsøe2227Martin Skov Jakobsen21680,58
8Carl Eli Nolsøe Samuelsen2194Vagn Jensen21520,56
5,11