Fingu bøtur og klipp í koyrikortið

- Ein bilførari fekk bót og klipp í bygdum øki, og tveir fingu bøtur og klipp í Norðoyatunlinum, sigur løgreglan.

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan tikið tríggjar bilførarar, sum koyrdu so mikið skjótt, at hetta gav teimum bæði bøtur og klipp í koyrikortið.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at ein bilførari varð tikin í Leirvík, og tveir vórðu tiknir í Norðoyatunlinum í kanningum hjá løgregluni.

 

- Bilførarin í Leirvík varð máldur at koyra 76 kilometrar um tíman, har loyvda hámarksferðin er 50 kilometrar.

 

Í ferðkanningini í Norðoyatunlinum varð ein bilførari máldur at koyra 106, og ein annar varð máldur at koyra 112 kilometrar um tíman.

 

- Í Norðoyatunlinum er loyvda hámarksferðin 80, so hetta gav bilførarunum bæði bót og klipp í koyrikortið, legði vaktleiðarin aftrat í morgun.