Eldrasambýlið á Tvøroyri fekk so stóran skaða í ódnini í gjárkvøldið, at tað er ógvuliga ivingarsamt um tað verður gjørt aftur.
Oddur Dimon, brandmeistari á Tvøroyri, sigur, at tey fingu fráboðan um, at takið á eldrasambýlinum reiv.
Tey fóru alt fyri eitt á sambýlið við sjúkrabilum og fingu tey fimm búfólkini á Sjúkrahúsið.
- Vit høvdu akkurát fingið tað síðsta fólki út, tá ið øll yvirtromin fór oman av í einum, sigur Brandmeistarin.
Hann leggur afturat, at húsið er so illa farið, at sjálvur væntar hann, at tað gerst ikki aftur, men verður bara niðurtikið.
Eisini aðrir húsaskaðar vóru í grannalagnum hjá sambýlinum.
Oddur Dimon sigur, at hjá teimum tók ódnin seg upp klokkan 18 í gjárkvøldið og tað kom í hæddina klokkan 20.
- Tá var veðrið so ringt, at nógv siga, at tað var verri enn jólaódnin í 1988.
Fyrsta fráboðanin sløkkiliðið fekk, var at stóra jólatræið á Tvøroyri var farið tvørtur av og síðani gekk tað slag í slag.
- Eg veit ikki, hvussu nógvar fráboðanir vit fingu, men tað var alla tíðina. Vit raðfesta altíð mannalív fremst og tóku støðu út frá tí. At enda høvdu vit bara løgregluna og alarmsentralin at raðfesta fyri okkum, so nógv var at gera, sigur Oddur Dimon.
Ein brandmaður fekk skaða í bjargingararbeiðnum, men onki álvarsligt.
Oddur Dimon sigur, at tað eru mest tekjur, húsaklædningar og slíkt, sum er farið.
Men tað eru øgiliga nógv neyst og úthús farin.
- Í summum førum er talan um betongtoftir, sum hava staðið í 100 ár, sum eru farin, so tað hevur leikað hart á.
Eitt skifti máldu teir heilar 63 metrar um sekundið, tað svarar til 226,8 kilometrar um tíman.
Hann sigur, at tað vóru so harðar hvirlur, at tá ið Nim sleit, hættaðu teir sær ikki oman á keiina at surra hann aftur og tískil lá hann hann tvørt fyri í hylinum og bankaði í einar tveir tímar, men tað elvdi ikki til skaða.
Myndina av sambýlinum tók Jógvan Ferjá
Tað var ikki fyrrenn á midnátt, at ódnin hasaði av á Tvøroyri, sigur Oddur Dimon.