Fimleikur
Við at vinna føroysku stórkappingina herfyri, tryggjaðu kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag sær rættin at vera vitjandi gestalið, tá DM-kappingin í amboðsfimleiki varð hildin um vikuskiftið.
Í fjør eydnaðist gentunum úr Havn at vinna hesa kappingina, og tó at tað ikki gekst heilt so væl hesaferð, so er einki at taka seg aftur í, at tær kunnu vera væl nøgdar við avrikið.
Endaliga úrslitið hjá linum gjørdist eitt fjórða pláss, eftir at tær annrs gjørdust nummar trý í fríu seriuni. Sum skilst á lagnum, so vóru onkur smávegis lýti í framførsluni hjá liðnum, men samlaða stigatali var tó nakað væl hægri, enn tað var í stórkappingini herfyri, og eitt pláss millum fýra tey bestu í ríkinum man heldur ikki vera heilt at forkasta.
Kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag komu aftur til Føroya mánadagin, og varð tá skipað fyri móttøku í Hølini á Stórheyggi.