Fingu fleiri fráboðanir um leyst byggitilfar

Løgreglan hevur um vikiskiftið fingið fleiri fráboðanir um leys ting, sum eru fokin í nógva vindinum um vikuskiftið

Um vikuskiftið hevur nógvur vindur verið, og løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir um leys ting, sum hava fokið aftur og fram í nógva vindinum. Serliga er talan um byggitilfar, sum liggur leyst í samband við nýgerð av húsum ymsastaðni.

Fráboðanirnar um hesi tingini komu bæði fríggjadag og leygardag, og tá nógv bygging er í landinum fyri tíðina, er vandin fyri at byggitilfar liggur leyst, sera stórur.

Einki verður fráboðað um skaða, sum er staðin av at leys ting eru fokin við vindinum.

Aðrastaðni í býnum varð boðað frá smávegis herverki og onkrum húsaófriði, men hetta var í tí mildara endanum, verður sagt av politistøðini í Havn.

Nøkur fólk vórðu eisini hjálpt til hús í vikuskiftinum, men eingin hevur sovið rúsin av sær á støðini hetta vikuskiftið, upplýsir vakthavandi.