Fingu fyrsta javnleikin

Eftir ein sigur hóskvøldið og javnleik leygardagin, liggur ÍF Føroyar nú á einum sætta plássi – seks stig aftanfyri oddaliðið

ÍF FØROYAR

 

ÍF Føroyar spældi leygardagin móti Rødovre Bk. Dysturin var sum ikki einaferð á Kløvermarkini, og endaði við javnleiki 1-1. ÍF Føroyar kom annars á odda við máli frá Erling Fles, men seint í seinna hálvleiki javnaðu gestirnir, tá føroyska liðið eina løtu spældi við níggju monnum. Liðini fingu ikki meiri enn eitt mál hvør, og javnleikurin er ársins fyrsti hjá ÍF Føroyum.

ÍF Føroyar var eisini á vøllinum hóskvøldið. Mótstøðuliðið var ØKF, sum eisini hevur heimavøll á Kløvermarkini. Pætur Dahl og Erling Fles syrgdi fyri eini tryggari 0-2 leiðslu, men dreingirnir frá Oyrasundi minkaðu um munin miðskeiðis í seinna hálvleiki. Men við tveimum málum syrgdi innskifti Henry Petersen fyri, at føroyska liðið vann ein tryggan 1-4 sigur. Tvey týdningarmikil mál, har serliga tað seinna var ein perla. Sjúrður H. Petersen í málinum hevur fleiri megnar bjargingar, og gjørdist eisini uppiborið dagsins leikari.

Sigurin og javnleikurin hava við sær, at ÍF Føroyar nú liggur á sætta plássi eftir átta dystum. Tårnby hevur eins og ÍF Føroyar 13 stig, og fremstir eru KFUM og Bk. Fix við 19 stigum.