Fingu hevnd

VB-Kyndil 31-27 (18-15):
VB vann seg ájavnt við Neistan í stigum, tá tær á heimavølli fingu tap fyri greiða tapið fyri Kyndli í grundspælinum

Hondbóltur ? kvinnur

Aðru ferð innan tveir dagar skuldi VB spæla heimadyst, tá tær sunnudagin fingu vitjan av Kyndli.
Einki var at ivast í, at VB var favorittur til dystin, og dysturin skuldi eisini vinnast, um VB framhaldandi skuldi fylgja við í bronsustríðnum. Hinvegin mundi tað eisini sita fast í høvdinum, at júst Kyndil hevði verið ein alt ov stórur biti seinna dystin í grundspælinum, tá tær grønu á heimavølli vundu burtur úr VB.

Vendi eftir time-out
Tað var eisini líkt til, at Kyndil aftur hesa ferð skuldi geva VB ein skarpan gang, tá farið varð undir dystin sunnudagin.
VB, sum hevði splt hálvfinalu í steypakappingini dagin fyri, hevði fyrstu løtuna sera ilt við at fóta sær, og spakuliga tók Kyndil at draga frá mótstøðuni.
Munurin varð tó ikki tann stóri. Eini tvey mál ella so. Men hetta broyttist, eftir at Kyndil miðskeiðis í fyrra hálvleiki tók sær eitt time-out.
Heldur enn at hjálpa gestunum, so vóru tað tær á heimaliðnum, sum fingu fyrimun av hesum, og eftir lítlari løtu høvdu tær vent øllum á, soleiðis at tað nú vóru tær, sum hildu segn frammanfyri.
Tað gjørdu tær eisini restina av dystinum, men tað var tó ikki uttan stríð. Kyndil hekk alla tíðina fast, og serstakliga fyrstu løtuna eftir steðgin hóttu tær fleiri ferðir við at taka VB aftur, uttan at hetta tó eydnaðist teimum.
Avgerandi løtan kom um miðjan hálvleikin, eftir at Kyndil enn eina ferð hevði strítt seg upp, so bert eitt mál var á muni. VB fekk tá fýra mál á rað, og eftir hetta fekk Kyndil ikki hótt mótstøðuna stórvegis. Seinastu tíggju minuttirnar ráddi mest um at koyra sigurin heim hjá VB, og hetta gjørdu tær eisini uttan stórvegis slingur í valsinum.

Stjørnan er lykilin
Sigurin hjá VB saman við tapinum hjá Neistanum merkti, at tað nú aftur er javnstøða í dystinum í triðja plássið í kappingini.
Her hevur Neistin tó tann fyrimun, at tær longu hava spælt annan dystin móti VÍF, soleiðis at tær her hava tryggjað sær, at VB fer at missa tvey stig, har Neistin ikki kann missa fleiri.
Tað tykist tó, sum um tað verða dystirnir móti Stjørnuni, sum fara t verða avgerandi fyri, hvar bronsan fer. Hóast VB skuldi vunnið seinna dystin á Neistanum, so kann Neistin hava ein avgerandi fyrimun í málmuninum, og tískil verður helst neyðugt hjá VB at vinna stig frá klaksvíkingunum. Hetta skuldi tó ikki verið ógjørligt, og millum annað prógvaði VB í grundspælinum, at hetta væl kann lata seg gera, men hinvegin hevur Neistin eisini hendan møguleikan.

Dysturin í tølum
VB-Kyndil 31-27 (18-15)
Málskjúttar:
VB: Regina Radó 8(2), Gurið Mortensen 7, Gabriella Fekete 5(3), Leila Jespersen 4, Eyðbritt Krosslá 2, Sólrun Krosslá 2, Rannvá Augustinussen 1, Margreth Augustinussen 1, Durita Rouch 1
Kyndil: Annika Ljósstein 14, Lotte Sørensen 5(2), Anja Johannesen 3, Ann-Mari Wang 2, Marjun Tróndarson 1, Palma Petersen 1
Brotskøst: VB 7, Kyndil 3
Útvísingar: VB 2, Kyndil 5
Diskvalifikatión: Kyndil 1 (3X2 minuttir)
Dómarar úr TB: Birgir Dimon & Kári Niclasen.