Føroyska U17-landsliðið hjá dreingjum skuldi eftir ætlan koma til Kýpros í gjár, har teir mikudagin fara í holt við elite round í EM-undankappingini, men vegna veður máttu teir venda aftur til Wien, haðani teir komu.
Vindur og ”sandstormur” í Larnaca á Kýpros hevði við sær, at flogfarið hjá Austrian Airlines ikki fekk loyvi at seta seg, og tískil mátti venda aftur. Eftir ætlan sleppur føroyski hópurin til Kýpros tíðliga í morgin.
Les eisini: U17 slapp ikki til Kýpros
Áki Johansen, annar av venjarunum, hevur sagt, at tað snúði seg um hjá teimum um ikki at brúka ov nógva negativa orku upp á broyttu ætlanirnar, og í dag hava føroyingarnir so fingið hjálp til at fyrireika seg best møguligt til dystirnar.
- Takk til fótbóltssambandið í Eysturríki, sum hevur veitt okkara U17-dreingjum eina stóra hjálp við venjingarvølli og øðrum, skrivar FSF á facebook í kvøld.