Fingu hvørki vátt ella turt aftaná fyrsta skotið

Tað er við at koma inflatión í tey almennu hátíðarhaldini, heldur stjórin í Landsverki

Hovstunnilin

 
 Tá ið fyrsta skotið varð latið av í Hovstunlinum, var tað gjørt mestsum í loyndum.
Sostatt var als onki hóvasták gjørt burtúr hesi hending.
Tað eru mong, sum eru vónbrotin av, at púra onki varð gjørt burturúr
Tá ið slíkar hendingar eru, plaga verða skipað fyri hátíðarhaldi aftaná, men í hesum føri var hvørki vátt ella turt at fáa.
Ei heldur vóru umboð fyri Landsverk og landsins myndugleikar at síggja.
Tað varð annas gjørt klárt til hátíðarhald, tí arbeiðshøllin varð ruddað og hampað so at ein lítil samkoma kundi vera inni har.
Men so fingu tey at vita frá Landsverki, at onki skuldi gerast burturúr og tískil varð skotið latið av uttan nakað.
Onkur av teimum, sum eru vónbrotin av hesum, halda, at tað var ikki neyðugt at skipa fyri teirri stóru veitsluni, men ein kaffimunnur kundi verið til arbeiðsfólkið og onnur, sum løgdu leiðina framvið, tí talan er veruliga um eina stórhending í Suðuroy, siga vónbrotnir suðuroyingar, sum vísa sína misnøgd.
 
Inflatión
Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, sigur, at tey hava gjørt av, at onki skuldi gerast burturúr, nú fyrsta skotið er latið av.
Men tað var ikki tí at tey ikki tímdu til Suðuroyar, ella tí at tey ikki untu suðuroyingum eitt hátíðarhald.
- Tað eru so nógvir tunlar og almenn arbeiði, at tað er við at koma inflatión í almenn hátíðarhald, sigur stjórin í Landsverki.
Hann sigur, at fyrr var vanligt at gera nógv burturúr, tá ið fyrsta skotið varð latið av í einum tunli, men tá var ikki so ofta, at tunlar vóru gjørdir. Í sambandi við undirsjóvartunlarnir var eisini hátíðarhald, men tað eru størri verkætlanir.
Kortini sigur Óvindur Brimnes, at hann væntar avgjørt, at hátíðarhald verður, tá ið seinasta skotið verður latið og av og tá ið tunnilin verður tikin í nýtslu 
 
 
 
­