Fingu ikki frið

Royndin hjá løgregluni at halda eftirlit við hashsøluni í Pusher Street við at nýta vakmyndatól eydnast í fyrsta umfari ikki serliga væl. Bara fáar tímar eftir, at løgreglan hevði sett fyrstu vakmyndatólini upp, er tað eina tikið niður, meðan hitt er dekkað til.


Við DR.dk sigur Ole Lykke, talsmaður fyri íbúgvarnar í Christiania, at hann er harmur yvir støðuna.


- Tað tykist at vera nøkur fólk í Pusher Street, ið hava tikið maskurnar á aftur og hava kent seg provokera av vakmyndatólunum og valdu tí at dekka tey til. Men tað var nokk eitt óhapp, at tað eina datt niður. Ætlanin var bara at dekka tað til, sigur Ole Lykke.


Løgreglan hevur tó longu upplýst, at teir ikki ætla sær at gevast.


- Vit halda fram í sama lag. Vit hava fleiri vakmyndatól, og fara út aftur har, sigur Dannie Rise, leiðari fyri Task Force Pusher Street við DR.