Toftamenn tóku ímóti sandoyingum á grasvøllinum á Svangaskarði sunnudagin, og hóast talan ikki var um ein ógloymandi fótbóltsdyst, so eru toftamenn kortini fegnir um dystin.
Tí talan var ikki bert um triðja sigurin á rað. Teir seinastu tveir dystirnar hevur ikki eydnast mótstøðuliðunum at gera mál móti toftamonnum, og tað meta teir sum minst líka týdningarmikið í stríðnum at røkka longur upp í stigatalvuni.
Bjørn Krogh, venjari hjá B68, sigur við Sosialin, at teirra størsti trupulleiki í byrjanini av árinum var, at verjan var ov ótøtt, men nú sær munandi betri út.
? Vit eru nógv meira støðugir í verjuspælinum nú, og tað sæst aftur við at mótstøðuliðini ikki hava so lætt við at gera mál móti okkum. Men tað er eisini avgerandi neyðugt, um vit skulu hava vónir um eina hægri plasering, sigur Bjørn Krogh.
B68 hevði bóltin mest
Tað vóru toftamenn, sum byrjaðu dystin best. Teir høvdu bóltin meginpartin av tíðini, men hødu kortini sera trupult at treingja ígjøgnum verjuna hjá B71. Útgangsstøðan hjá B71 var ikki so nógv øðrvísi enn hjá B68, men sandoyingarnir stóðu sera væl í verjuni.
Tí var torført hjá toftamonnum at spæla seg ígjøgnum til nakrar veruligar málmøguleikar.
Og samstundis, sum toftamenn løgdu doyðin á at bróta ígjøgnum verjuna hjá sandoyingum, so vóru gestirnir sera vandamiklir tá teir fingu møguleikararnar upp á kontra. Teir gjørdu skjótt av, og trýstu verjuna hjá B68, og við eitt sindur av hepni, kundu teir kanska verið komnir framum.
Sum fyrri hálvleikur leið, so sá út til, at hann skuldi enda málleysur, men so varð ikki. Í yvirtíðini varð ein bóltur lagdur aftur eftir vøllinum og hann fór fram við verjuspælaranum hjá B71. Annar brasiliumaðurin hjá B68 smekkaði til, bólturin brast í stongina og tá hann kom út aftur á vøllin var veteranurin Aksel Højgaard fyrstur á returinum. Tíðin var farin og B68 á odda 1-0.
Hetta vóru ikki bestu treytirnar hjá B71 at fara til hálvleiks við, men soleiðis var tað nú einaferð, og teir høvdu avgjørt okkurt at tosa um í steðginum.
Øssur sá reytt
Vóru treytirnar hjá B71 vánaligar í endanum av fyrra hálvleiki, so tóktust tær síggja munandi betri út fimm minuttir inn í seinna hálvleik. Øssur Jacobsen hjá B68 gav einum B71-leikara eitt slag í búkin, og slíkt eigur ein ikki at gera.
Sum rætt er gav dómarin honum reyða kortið og brádliga sá torførari út hjá toftamonnum, sum nú skuldu verja leiðsluna í fjøruti minuttir við einum manni færri á vøllinum.
Men hetta skuldi kortini ikki gerast ein trupulleiki fyri toftamenn.
Teir bardust manniliga víðari og ikki kann sigast annað enn, at stríðið gav úrslit.
Um tað var tí at sandoyingar nú hildu seg hava fingið ein gyltan møguleika og tí slappaðu av, ella um tað var tí at toftamenn løgdu enn meira í, skal vera ósagt, men veruleikin er tann, at minuttin eftir at Øssur Jacobsen varð vístur av vølli, legði Jan Petersen teir framum 2-0, og við hesum var dysturin í veruleikanum vunnin fyri B68.
Eli inn í sjey minuttir
Var tað ringt í endanum av fyrra hálvleiki, so var hetta ivaleyst enn verri fyri sandoyingar. Ein maður fleiri á vølli, og kortini megnaði mótstøðuliðið at gera mál. Venjarin royndi við eini útskifting. Eli Hentze, sum byrjaði úti, varð settur inn tá 55 minuttir vóru leiktir, men hann fekk ikki so langa leiktíð. Sjey minuttir eftir at hann var komin á vøllin fyri Kára Nielsen, kom Kári Sørensen inn fyri Eli.
Eli Hentze hevur verið plágaður av einum snuddi í lærinum, men hann man neyvan verða nøgdur við at vera settur inn, fyri síðani at verða tikin útaftur sjey minuttir seinni.
Móti endanum av dystinum fekk B71 eisini ein mann útvístan, tá Hans Jørgin Djurhuus varð vístur av vølli eftir seinna gula kortið. Bæði kortini komu eftir heldur ógvusligar taklingar, og tað tyktist ikki, at menn vóru ósamdir við dómaran um, at rætt var dømt.
Sandoyingar ov óstøðugir
Ósigurin hjá B71 var tann fimti í sjey dystum. Seinasta vikuskiftið vunnu teir 6-0 móti ÍF heima á Sandi, og tí var væntandi, at teir skuldu fara geva B68 meira mótstøðu enn teir gjørdu. Men hetta er kanska just trupulleikin hjá sandoyingum, at teir eru ov óstøðugir.
Eli Hentze sigur, at hóast tað ikki skal takast sum ein undanførsla, so hevur liðið verið nógv plágað av skaðum, og tí hava teir bert stillað við sterkastu manning til dystin móti ÍF seinasta vikuskiftið.
Kortini heldur hann, at teir eiga at klára seg betri enn teir gera í løtuni.
Ein annar trupulleiki er, at nógvir av leikarunum dagliga eru í Havn, og tí venja leikararnir sjáldan saman.
? Fyrr var hetta eingin trupulleiki, men nú liðini venja so nógv, so kann tað væl verða, at hetta er ein av okkara trupulleikum í ár, sigur Eli Hentze.
B68 upp í miðjuna
Sum nevnt, so frøist venjarin hjá B68 um, at tað er eydnast teimum at fáa skil á verjuspæl teirra.
? Tað hevur ligið okkum nógv á at gera spælið meira støðugt og tað hevur eydnast, sigur hann.
Ein annar veruleiki er, at brasiliumenninir, sum komu inn á Toftir við ársbyrjan nú rættuliga eru falnir til, og tað sæst eisini á spæli teirra.
? Tað er torført bæði hjá teimum og hjá okkum, tí teir koma úr einum heilt aðrari fótbóltsmentan. Men teir hava verið ótrúliga ídnir til venjing, og tað sæst eisini aftur nú, sigur venjarin, sum staðfestir, at hesaferð høvdu toftamenn eydnuna við sær, tá teir fóru út um landoddarnar eftir fólki.
HB fær torføran dyst
Um tað veruliga hevur eydnast toftamonnum at tetta aftanfyri, fæst kanska at síggja næsta vikuskifti tá B68 skal til Havnar at spæla ímóti HB.
Ein sera torførur dystur, sum neyvan man vekja góð minni hjá B68-leikarunum tí tá teir seinast vóru í Havn og leiktu móti HB, taptu teir ikki minni enn 7-0.
Men so galið fer tað ikki at gangast hesaferð, er venjarin vísur í.
? Eg eri púra vísur í, at vit fara at geva HB skarpan gang, og teir skulu vera fullvísir í, at vit ætla okkum at stríðast fyri at vinna á teimum, sigur Bjørn Krogh at enda.
B68-B71 2-0 (1-0)
1-0: Aksel Højgaard 45
2-0: Jan Petersen 51
B68: Magnus Poulsen ? Signar Johannesen, Finn Mørk, Oleif Joensen ? Sámal Erik Hentze, Marlon, Fróði Benjaminsen, Jan Petersen, Messias ? Aksel Højgaard, Øssur Jacobsen
B71: Waldemar Nowicki ? Páll á Reynatúgvu, Bergleif Sólsker, Allin Simonsen ? Bjørn Thorsteinsson, Antines Magnussen, Iulian Florescu, Petur Ritter, Hans Jørgen Djurhuus ? Rúni í Soylu, Kári Nielsen