Neistin-H71 29-23 (14-14)
Gjøgnum alt kappingarárið, og serliga seinastu vikurnar, hevur stórur munur verið á, hvussu hevur hylnast hjá teimum báðum liðunum, sum mikukvøldið skuldu royna seg í Ítróttarhøllini á Hálsi.
H71 hevur alt kappingarárið talst millum niðaru liðini á stigatalvuni, meðan Neistin hinvegin hevur verið í toppinum, og meðan Neistin higartil hevur vunnið allar sínar dystir í endaspælinum, hava hoyvíkingar fingið lemjandi kritikk fyri síni avrik seinasta mánaðin ella so.
Tískil var kanska væntandi, at Neistin fór at vinna ein stórsigur, og á tann hátt betra eitt sindur um málmunin, sum kann fáa avgerandi týdning í seinasta enda.
H71 gavst ikki
At byrja við var eisini líkt til, at júst ein stórsigur var tað, sum neistaleikararnir høvdu í huga. Eftir fáum minuttum var støðan longu 5-1, og so hildu fáu áskoðararnir í høllini, at hesin dysturin var avgjørdur.
Neistaleikararnir hildu helst tað sama, men trupulleikin var bara tann, at teir høvdu gloymt at spurt hoyvíkingar eftir. Hoyvíkingar, uttan skadda Olaf Vestergaard, men stryrktir við fysiskt sterka Allan Mørkøre og kvika Jákup á Borg, fóru nú spakuliga í holt við at taka leiðsluna aftur.
Um hálvan hálvleikin høvdu teir vunnið seg fram um Neistan, og síðani gekk javnt á, tað næsta korterið. Liðini bæði skiftust um at hava leiðsluna, og javnleikur mundi tí vera ein hóskandi hálvleiksstøða.
Sama søgan
Seinna umfarið byrjaði eins og fyrra, og tá einir tíggju minuttir vóru farnir av hálvleikinum, var Neistin framman fyri við einum fimm málum. Hoyvíkingar, sum í fleiri dystum hava tykist at orka ov lítið eftir steðgin, megnaðu tó enn eina ferð at skapa nakað av spenningi í dystin.
Hesu ferð gjørdust teir tó ov stuttir, men komst serliga av, at Petur Magnusson nú framdi fleiri bjargingar, og so at Áki Olsen rættuliga tók dik á seg. Stórskjúttin úr Vestmanna fekk mál burtur úr so at siga øllum, og var kanska meira enn nakar annar maðurin, sum tryggjaði Neistanum stigini hetta kvøldið, hóast áhaldni hjá Kára Mortensen ikki er at forsmáa.
Hin stórskjúttin á Neistaliðnum, Heini Joensen, hevði als ikki nakran góðan dag mikukvøldið. Skotroyndirnar vóru tó eins nógvar, og tær vanliga eru, men antin var neyvleikin ikki nóg góður, ella varð royndin møtt av hoyvíksverjuni.
Nærri enn tveimum málum komu hoyvíkingarnir so ikki í seinna hálvleiki, og móti endanum, tá alt var mest sum avgjørt, kundi Neistin so fáa nøkur løtt mál afturat.
Sjálvsagt var frøi á neistaleikarunum, nú teir aftur eru ájavnir vestmenningum í stigum, men hugburðurin til uppgávuna skal í øllum førum broytast, um teir ætla at gera sær nakrar vónir um gullmerkini.
Hetta munnu leikararnir tó eisini vera fullgreiðir yvir, og einki er at ivast í, at teir fara geva seg nakað væl meira, tá mótstøðuliðið eitur StÍF ella VÍF.
Hoyvíkingar hava seinastu tíðina leikt nakrar dystir, sum hava verið alt annað enn góðir og spennandi. Mikukvøldið var tó vend komin í, tí hóast teir ikki megnaðu at gera Neistanum nakað, so var aftur vilji at síggja í spæli teirra.
Eisini var tað ein góður styrkur, at bæði Allan Mørkøre og Jákup á Borg nú eru aftur á liðnum. Allan er kanska ikki ein eins góður teknikari sum Jákup, men kropsliga styrki hansara er øgilig, og tá hann nýtir hesa á rætta hátt, er hann ein fongur, bæði í verju og álopi.
Liðið telur eisini fleiri aðrar spennandi ungar leikarar, so hóast teir enn ikki hava fingið tað stóra burtur úr hesum kappingarárinum, so kann væl verða, at meira fer at spyrjast burtur úr komandi árini. Ikki minst, tá havt verður í huga, at venjingarumstøðurnar verða bøttar munandi komandi vetur, tá nýggja ítróttahøllin í Hoyvík væntandistendur liðug.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Neistin: Áki Olsen 9, Kári Mortensen 7, Heini Joensen 4 (1), Karl O. Rasmussen 3, Finnur Hansson 3, Jákup Sverri Kass 2, Elmar Ósá 1
H71: Allan Mørkøre 6 (1), Eyðun H. Højgaard 6, Halgir Dahl Olesen 5, Jákup á Borg 4, Bárður Brimvík 2
Brotskøst:
H71 4, Neistin 2
Útvísingar:
H71 4, Neistin 3
Dómarar úr Kyndli:
Hanus Kúrberg og Hans Thomassen