Fyrrverandi finski forsetin Martti Ahtisaari var í gjár í Oslo og tók ímóti ársins Nobel-friðarheiðursløn. Um somu tíð handaði svenski kongurin fleiri heiðurslønir í Stopckholm.
Av teimum heiðrarðu vóru ikki minni enn tríggir fransmenn. Jean-Marie Le Clezio fekk ársions bókmnetaheiðursløn, og Luc Montagnier og Francoise Barre-Sinoussi fingu ársins heiðursløn í læknavísindi saman við týskaranum Harald zur Hausen.
Amerikanski hagfrøðingurin Paul Krugman fekk Nobel-heiðurslønina í hagfrøði, og japonsku Makoto Kobayashi og Toshihide Maskawa vórðu heiðraðir fyri teirra avrik innan alisfrøði.
Nobel-heiðurslønina í evnafrøði fingu amerikanararnir Martin Chalfie og Roger Tsien og japanin Osamu Shimomura.
Tey, sum verða heiðrað við Nobel-heiðurslønini, fáa eina gullmynt, eitt heiðursskjal og 10 milliónir svenskar krónur.