Fingu skeivar uppgávur

Studentaskúlanæmingarnir, sum mánadagin vóru uppi í skrivari próvtøku í týskum, fingu skeivar uppgávur

Randi Jacobsen

Enn er ikki greitt, um næm­ing­­a­r­nir í teim­um trimum stud­ent­a­skúl­u­num í Før­oy­um skulu til nýggja end­a­liga skrivliga próvtøku í týsk­um.
Próvtøka var í mána­dag­in, og tá ið næm­ing­ar­nir høvdu sitið í próv­tøku hálv­an ann­an tíma, sá okk­urt gløgt eygað, at næm­ing­ar­nir høvdu fing­ið skeiv­ar upp­gáv­ur at loysa.
Á upp­gáv­u­num skuldi standa fram­halds­støði, men tað stóð byrj­an­ar­støði.
Allir næ­m­ingarnir vóru á fram­haldsstøði.
Teir tríggir skúlarnir tos­­aðu sam­an og við Ment­a­mál­a­ráð­ið, sum so ringdi víð­ari til danska und­ir­vís­ing­­ar­mál­a­ráð­ið.
Uppgávurnar vóru komn­­ar úr Danmark.
Claus Reistrup, full­trúi á skúla­­deild­ini í Ment­a­mál­a­ráð­­num sig­ur, at eing­in á­­ví­­s­ur mynd­ug­leiki kann last­­ast fyri mistakið.
– Feilir eru gjørdir í øll­um lið­um, og eing­­in hev­ur varn­ast tað, sigur Claus Rei­strup.
Á brævbjálvanum stóð, at upp­gáv­ur­nar vóru á byrj­­a­n­­ar­støði, og skúl­ar­nir hava skyldu til við mót­tøk­una at kanna, at alt er rætt. Skúl­­ar­nir hava tó ikki alla á­­byrgd­­ina.
Mán­a­kvøldið vóru loysn­ir­nar hjá næm­ing­u­num í próv­­­tøk­uni send­ar við post­i­­­num til Danmarkar.
- Eg veit ikki, hvussu trup­­ul­­leik­­in verð­­ur loys­t­­ur, men eing­in næm­ing­ur skal vera við svið­u­soð av hesum, sig­­ur Claus Reistrup.