Fingu vart seg fyri innbrotstjóvi

Í gjár varð boðað frá eini roynd at bróta inn í eina goymslu í Havn

 

Talan var um eina goymslu hjá einum veitingarstað, so helst hevur verið brotið inn eftir brennivíni. Vaktleiðarin á politstøðini í Havn sigur, at tað hevur verið fleiri slík innbrot í seinastuni, so tey hava tryggjað seg serliga væl fyri innbroti í hesi goymsluni, og so mikið væl hava tey tryggjað seg, at innbrotstjóvurin slapp ikki inn.

– Vit fara nú at hyggja eftir upptøkum frá vakmyndatólinum, sum eisini er sett upp á staðnum, og vóna so at finna innbrotstjóvin, sigur vaktleiðarin.

Gjáramorgunin varð eisini boðað frá innbroti í einum verkstaðið í Havn. Løgreglan fór á staðið við hundum, sum funnu okkurt amboð, sum varð tikið. Tey fara nú at greina málið víðari. Vaktleiðarin sigur, at tað sær út sum um at onkur hevur sovið á staðnum. Slóðirnar verða kannaðar nærri.