Leygardagin 8. og sunnudagin 9. mars fer Finleif Mortensen at hava framsýning og opið hús í atelierinum undir Torvbrekku 12b á Strondum.
Umframt eina minni framsýning við málningum, verður eisini høvi at síggja atelierið og tað ymiska, sum Finleif Mortensen arbeiðir við.
Framsýning og atelier verður opið leygardagin frá klokkan 10–18 og sunnudagin frá klokkan 14–18.
- Øll eru vælkomin inn á gólvið undir Torvbrekku 12b, siga tey í Sjóvar kommunu.