Í kvøld klokkan 19.00 fara ellivu føroyingar at dystast um heiðurin at kalla se føroyameistara í fitness, tá Fitness Føroyar 2013 fer fram.
Seinastu vikurnar hava teir ellivu luttakararnir dúgliga vant fram til stóra kappingarkvøldið. Sambært fyrireikarunum verður talan um harða kapping, serliga tá kvinnurnar fara at dystast.
- Serliga spennandi verður at fylgja við teimum fýra kvinnunum, sum stilla upp til kappingina, tí tær liggja allar rættiliga javnt í greinunum, sum tær skulu dystast í, sigur Jákup Jacobsen.
Hóast menninir ikki eru eins javnir, vænta fyrireikararnir, at tað eisini verður spennandi at fylgja við, hvussu teimum fer at gangast.
- Teir liggja meira spjatt í mun til kvinnurnar, men vit hava vinnaran frá í fjør við í kappingini ant harumframt aðrar menn, sum hava vant hart seinastu mánaðirnar, sigur Jákup Suni Berg.
Í sambandi við kappingina hava fyrireikararnir fingið tveir danir til Føroya at døma luttakararnar.Talan er um danarnar Henning Christensen og Thomas Nordal, sum báðir eru virknir og kendir innan fitness.
- Hetta eru tveir menn, sum eru ógvuliga væl kvalifiseraðir til at vera dómarar í eini slíkari fitnesskapping, og tí eru vit fegnir um, at teir eru partur av kappingini, har tey bestu innan fitness í Føroyum skulu finnast, sigur Jákup Jacobsen.
Kappingin byrjar klokkan 19.00. Eisini verður møguligt at vitja básar við ymsum innan venjing, kost og útgerð.