Finna sannleikar í gomlum brævi

Filadelfia: Trý mikukvøld á rað verður møguleiki at fáa størri kunnleika til innihaldið í Efesus-brævinum.

Hetta er eitt skeið sum byrjar mikukvøldið 4. juni og har dentur verður lagdur á at geva luttakarunum eitt heildaryvirlit yvir gudfrøðilig evni og sannleikar í brævinum sum er skrivað fyri 1950 árum síðani. 

Skeiðið er skipa undir Dunamis-bíbliuskúlanum, sum síðani stovnanina í 2003 hevur skipað fyri fleiri skeiðum. 

Ætlanin er at skipa fyri øðrum skeiðum í heyst, millum annað eitt í kirkjusøgu. 

Undirvísingin fer fram í samkomubygninginum hjá Filadelfia við Landavegin í Havn.