Finna sparingar á eldraøkinum

Nú tað sær út til, at fíggjarlógin skal strammast eitt sindur, greiðir Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, frá, at útreiðslurnar til almannaøki vaksa ov skjótt, og tað tí skal kannast, um tað ber til at gera sparingar har

Í gjár og í fyrradagin hava fundir verið í Vágunum, har fíggjarliga støðan í landinum varð viðgjørd. Eftir hesar fundir greiðir Jóannes Eidesgaard frá, at tað verður neyðugt at stramma fíggjarlógina við eini 100 milliónum krónum, so hallið ikki verður størri enn tær 500 milliónirnar, ið lagt er upp til.

- Vit síggja at útreiðslurnar til ymisk øki á almannaøkinum vaksa nógv skjótari enn allir hinir postarnir, so vit fara at hyggja uppá, hvat vit kunnu gera har, sigur fíggjarmálaráðharrin, sum vísir á, at tað millum annað eru útreiðslurnar til eldraøki, ið vaksa óvanliga skjótt.


Tungt at skerja

Tað er ikki langt síðan, at nógv vóru frammi og úttalaðu seg um, hvussu nógv eldraøkið er afturútsiglt, og Jóannes Eidesgaard, dugir væl at síggja, at tað er verður trupult at gera skerjingar.

- Tað fer heilt víst at vera torført, men vit fara inn politiskt at kanna, hvat kann gerast, sigur fíggjarmálaráðharrin, sum harmast, at vit eru komin so stutt við at tryggja okkara egna aldurdóm.


Størri hall enn væntað

Jóannes Eidesgaard greiðir somuleiðis frá, at hallið á fíggjarlógini verður eitt sindur størri, enn tað mann roknaði við, tí brúkið er minkað í stórum og færri pengar fara at koma inn í partafelagsskatti og kapitalvinningsskatti.

- Hetta er framvegis bara ein fyribilsmeting, so tað ber ikki ordiliga til at siga nakað við vissu, men sum tað sær út, verður hallið einar 100 milliónir krónur størri enn væntað, um vit ikki megna at gera nakrar skerjingar, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann leggur afturat, at hann vónar, at fólk fara at fáa størri mót at nýta pening í komandi tíðum, so kapitalflutningurin í landinum aftur nærkast einum vanligum støði. Umframt, at hann staðfestir, at eitt hall á 500 milliónir er nakað, mann kann liva við í eitt ár, men ikki í fleiri fylgjandi ár.