Finnbogi Niclasen 50 ár

Seinasta týsdag fylti flogvallarovastin Finnbogi Niclasen 50 ár.


Tá undirritaði byrjaði at starvast á flogvøllinum fyrst í 70-árunum legði eg merki til, at ein maður av og á kom yvir í táverandi »komuhøll« at skifta orð við okkum, sum starvaðust har.

Eyðkenni fyri hann var, at hann var sera fyrikomandi eins og hann bar brá av at vera ein maður, sum í framtíðini kom at fáa álitisstørv litin upp í hendi. Ja, tað lá líkasum í »luftini«, at hann upp á ein ella annan máta kom at hava ein leiklut her í Vágum.

Tá starvið sum flog-vallarovasti varð lýst leyst, var ein vitandi um, at Finnbogi, eftir stutta siglingstíð var vorðin yvirstýrimaður á nýmótans bingjuskipi hjá A. P. Møller, eins og hann longu tá var nevndarlimur í stýrimannafelagnum í Danmark.

Áðrenn starvið sum flogvallarovasti var vorðið alment sett, frætti eg at tað var ein suðuroyingur, sum sigldi við A. P. Møller, og tí var eg ikki í iva um, at Finnbogi, sum vit eisini seinnu frættu, var settur í hetta so sera týdningarmikla starv.

Sjálvt um ein kann siga, at tað var í seinna lagi, at Finnbogi var settur sum leiðari av Vága Floghavn, so kunnu vit hinvegin eisini ásanna, at tá ið hann tók við leiðsluni, so var tað við einum sovorðnum áræði og dynamikki, at hann helst frá byrjan tók teir høgu harrar niðri í Statens Luftfartsvæsen fullkomuliga á bóli.

Frá at vera sum ein lítil provinsfloghavn, við nøkrum fáum starvsfólkum, hevur Finnbogi uppá ein heilt óvanligan hátt í ringastu sparitíðum hjá SLV, kunnað argumenerað og tosað sína sak, soleiðis at Vága Floghavn í dag er so nógv tað størsta arbeiðspláss í Vágum, eins og hon er á altjóða støði. Harafturat hava so allir tættir í samfelagnum notið gott av tí høga tænastustøði, ikki minst vinnan, sjúkrahúsverkið o.o., hetta verður sagt uttan at vit skulu gloyma teir, sum løgdu lunnar undir millumtjóðaflúgving.

Tá ein so hevur í huga tann ótrúliga ágang, bæði politiskt og á annan máta, sum fram er farin tey seinastu nógvu árini móti flogvøllinum í Vágum, so kunnu vit bara fegnast uppaftur meira, at lagnan skuldi laga tað soleiðis, at vit sum flogvallarovasta fingu ein mann við visiónum, hegni og áræði og sum gjørdi tað møguligt, at hesi mongu arbeiðspláss ikki eisini endaðu í miðstaðarøkinum.

Hjartaliga tillukku, Finnbogi, við vónini um, at tú eisini er flogvallarovasti um 10 ár, tá ið tú fyllir 60 ár.

Frank