22,6 prosent av tjóðveldisveljarunum halda tað vera rætt av einum føroyskum fólkatingsumboði at vísa á eitt forsætismálaráðharraevni.
Og harvið beinleiðis blanda seg í danskan politikk.
Rumbul hevur annars verið í Tjóðveldisflokkinum, síðan Finnbogi Ísakson umvegis Ritzau kunngjørdi, at hann ? um hann verður valdur á fólkating ?er tilreiðar at vísa á ein møguligan danskan forsætisráðharra, um hann tann vegin kann koma nærri málinum at gera Føroyar til eitt tjóðveldi.
Formaður floksins á tingi Heini O. Heinesen, og formaðurin í aðalstjórnini Óli Holm eru alt annað enn samdir við Finnboga í hesum spurningi.
Øvugt
Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur hevur verið við til at gera kanningina, sum vísir, at hóast 72 prosent av tjóðveldisveljarunum framvegis fylgja traditionellu kósini og ikki vilja vera við at velja danskan stjórnarleiðara ,meinar ein fjóðringur av veljarunum sambært kanningin tað øvugta.
?Tað áhugaverda við kanningini er, at hon er gjørd áðrenn Finnbogi kunngjørdi sína áskoðan. So longu áðrenn nakar í Tjóðveldisflokkinum alment hevur sagt nakað, og longu áðrenn spurningurin, so vítt eg veit, hevur verið viðgjørdur í flokkinum, hevur fjóðri hvør tjóðveldisveljari av sínum eintingum gjørt upp við seg sjálvan, at tað er rætt av einum fólkatingsumboði at vísa á ein danskan forsætismálaráðharra.
? Viðhvørt sært tú annars, at tað eru polikararnir, sum fyrst koma fram við sjónarmiðum. Og síðani taka veljararnir støðu.