Finnland fer bert upp í Nato saman við Svøríki

Finnland vil ikki gerast limur í verjusamgonguni, Nato, um Svøríki fær slíkar trupulleikar við Turkalandi, at teirra limaskapur verður útsettur.

Forseti Finnlands, Sauli Niinistö og forsætisráðharrin, Sanna Marin.

Tað segði forsetin í Finnlandi, Sauli Niinistö, á einum tíðindafundi saman við Nato-aðalskrivaranum, Jens Stoltenberg, í dag.

 

- Svenska søkin er eisini okkara. Tað merkir, at vit ganga hond í hond, segði finski forsetin.

 

Jens Stoltenberg er á vitjan í Finnlandi, har hann tosar við finskar myndugleikar um umsóknina hjá landinum um Nato-limaskap.

 

Á fundi við finska forsetan,  Sauli Niinistö, var umsóknin um Nato-limaskap eisini høvuðsevnið. 

 

Fyri fundin segði Jens Stoltenberg, at samrøðurnar eitt nú fara at snúgva seg um, hvussu Finnland kann gerast limur í Nato, tá Turkaland setir seg upp ímóti hesum.

 

- Nú skulu vit umrøða hesi viðurskifti, og eg trúgvi ikki, at mátin at loysa tey er at fara út í miðlarnar við smálutum, segði Jens Stoltenberg við norska kringvarpið, NRK.

 

Nato-aðalskrivarin heldur, at tað eigur at bera til at finna loysnir, soleiðis at bæði Finnland og Svøríki kunnu gerast limir í Nato.

 

- Hetta snýr seg um tey ting, sum Turkaland hevur víst á, eitt nú um stríðið ímóti yvirgangi og spurningin um vápnaútflutning.

 

Jens Stoltenberg vísti í samrøðu við NRK á, at samband er millum Nato, Ankara, Svøríki og Finnland um hesi mál, og hesi verða eisini høvuðsevni í dag.

 

 

 

 

 

Forseti Finnlands, Sauli Niinistö og forsætisráðharrin, Sanna Marin.