Finnland steingir síðsta marknaliðið móti Russlandi

Eftir at nógv flóttarfólk sum søkja friðskjól eru komin úr Russlandi steingir Finnland nú síðsta marknaliðið fyri øllum øðrum enn góðsi.

 

Finskir marknavørðar fylgja tveimum flóttum á veg við marknaliðið Raja-Jooseppi í norðrara parti av Finnland í gjár. Nú verður markið heilt stongd fyri øllum øðrum enn farmaflutningi. Foto: Emmi Korhonen/Ritzau Scanpix

Finnland steingir nú síðsta opna marknaliðið móti Russlandi.

Tað váttar finska stjórnin í dag.

Markið verður stongt fyri allari ferðslu uttan farmaflutningi og verður stongd í øllum førum fram til 13. desember, upplýsir finska innanríkisráðfrúan, Mari Rantanen.

Aftan á tvær vikur verður avgerðin tikin til nýggja viðgerð.

Avgerðin varð tikin á eyka stjórnarfundi í dag. 

Hon kemur, eftir at umleið 900 flóttafólk hava biðið um friðskjól seinastu tvær vikurnar við markið úr Russlandi.

Stjórnin metir, at talan er um »instrumentaliseraða innflyting«, skrivar hon í tíðindaskrivi.

– Russland brúkar menniskju sum amboð og skipar fyri at tey koma til markið til Finnlands undir hørðu vetrarviðurskiftunum. Finnland setur nú tiltøk í verk fyri at steðga hesum, sigur Petteri Orpo, forsætisráðharri, sambært sjónvarpsstøðini Yle.

– Russisku tiltøkini við eystara markið hjá Finnlandi fevna um altjóða brotsverk og menniskjasmugling, sigur innanríkisráðharrin sambært Reuters.

Tøl vístu fyrr í mánaðinum, at tað eru flóttar úr fleiri londum sum Afghanistan, Sýria, Yemen og Somalia, sum koma til finska markið.

Finskir myndugleikar leggja Russland undir at hjálpa flóttunum til marki. Hesum vísir Russland aftur.

Finska stjórnin hevur lýst tað sum eitt hevndartiltak og eina roynd upp á eitt hybridálop frá russiskari síðu.

– Tað slepst ikki undan at steingja alt eysturmarkið nú. Við hesi avgerð verja vit finska fólkið ímóti russisku hóttanini, sigur Mari Rantanein, innanríkisráðfrúa.

Tað skapti øsing í Russlandi, tá Finnland í apríl gjørdist limur í Nato. Russiska kríggið í Ukraina er orsøkin til, at Finnland søkti um limaskap í verjusamgonguni.

Marknastovnurin hjá ES, Frontex, hevur gjørt av at senda marknavørðar til Finnlands fyri at hjálpa við at varða tað tilsamans 1340 kilometra langa markið móti Russlandi.

Fyrr í november stongdi Finnland tilsamans sjey marknalið móti Russlandi, men lat eitt vera opið í Laplandi í norðara parti av Finnlandi. Tað er hetta marknalið, sum nú verður stongt.

/ritzau/

 

 

 

Finskir marknavørðar fylgja tveimum flóttum á veg við marknaliðið Raja-Jooseppi í norðrara parti av Finnland í gjár. Nú verður markið heilt stongd fyri øllum øðrum enn farmaflutningi. Foto: Emmi Korhonen/Ritzau Scanpix