Finnur Fríði inni við 800 tonsum

Føroysk, norsk og russisk skip fiska nú svartkjaft á Munkagrunninum, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Í dag var hevur Finnur Fríði verið á Kollafirði við 800 tonsum til Faroe Pelagic. Støddin er millum 160 og 180 gram í meðal. Svartkjafturin, sum Faroe Pelagic framleiðir í løtuni, fer til Kina.

Svartkjaftakvotan er størri í ár enn í fjør, og tað sæðst aftur á prísinum. Í gjør fingu skipini fimm krónur fyri kilo, men nú liggur hann millum tvær og hálva triðju krónu, skrivar reiðaríið á heimasíðuni.