Finnur Hansson í ?3. Hálvleiki?

Finnur Hansson, Jakob Jónsson og allur Neistahópurin hava verið á venjingarlegu í Íslandi seinastu vikuna. Umframt at hava fingið nakrar sera nyttugar og dygdargóðar venjingardystir, so hava teir í Neistanum havt tann forrætt at verða í Ìslandi í júst teimum døgunum, tá íslendska manslandsliðið í hondbólti framdu nøkur søgulig brøgd. ?3. hálvleikur? byrjar kl. 17, og fer sjálvsagt eisini at snúgva seg um Formuladeildina, 1. Deild og Premier League.