Finnur Helmsdal, Tjóðveldisflokkurin:

Finnur Helmsdal, Tjóðveldisflokkurin:
 

  • Tað nýtist ikki at vera eitt tekin um, at sjúkrahúsverkið er ov vánaligt. Og sjálvt um vit nú fáa møguleikan at keypa eina tænastu uttanlands, so merkir tað neyðturviliga ikki, at tað er ein betri tænasta, tey fáa har enn í Føroyum.

  •  

  • Ja. Tað eru fleiri føroyingar sum eru ríkir og gerast ríkir, og tað sæst millum annað aftur á henda hátt.

  •  

  • Hetta verður galdandi fyri nakrar føroyingar. Ikki allar, men hjá teimum, sum hava ráð er hetta eitt tekin um tað, at fjarstøðan ikki er so týdningarmikil longur.

  •  

  • Ja, tað er tað væl. Millum annað á tann hátt, at bæði føroyskir politikarar og tey, sum stjórna sjúkrahúsverkinum verða noydd at taka hesi viðurskifti í størri álvara.

  •  

  • Sum løgtingslimur vil eg siga soleiðis, at tann dagin sjúkrahúsverkið kemur við eini meiri ambitiøsari ætlan og eini ætlan, sum kann sannføra meg um, at man vil gera sjúkrahúsið meiri kappingarført, so hevði eg ikki ivast í at játtað meiri pening. Men um man ikki hevur eina størri ætlan enn bara at fáa tingini at hanga saman, so ivist eg í, um tað er rætt blíva við at pumpa pengar í tað.