Finnur Justinussen kom á øðrum sinni inn fyri Jønkøpings Sødra IF í næstbestu deildini í Svøríki, men hesa ferð taptu teir.
Seinast Finnur Justinussen kom á vøllin fyri JønKøpings Sødra IF var liðið aftanfyri 2-0. Tað bleiv upp á seks minuttir vent til 2-2. Í gjár kom Finnur Justinussen inn teir seinastu níggju minuttirnar, men megnaði ikki at verða við til at venda dystinum.
Støðan var 1-0 til heimaliðið, Ljungskile SK, tá gøtumaðurin kom inn, og tað var eisini støðan tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð.
Jønkøping hevur 22 stig og liggur nummar tíggju av 16. Lungskile SK liggur nummar fimm við 27 stigum.