Tað var uttan iva Finnur Justinussen, sum var mest eyðsýndi maðurin í Sarpugerði í kvøld, har Víkingur vann 3-0 ímóti NSÍ. Mong mundu halda, at hann skeyt øll trý málini, men sambært dómaraseðlinum má hann taka til takkar við tveimum málum og annars at hava verið atvold til 1-0-málið, har hann fekk trýst Einar Tróndargjógv somikið, at hann gjørdi sjálvmál.
Miðlahúsið var væl umboðað til dystin í Sarpugerði og hevur givið leikarametingar til teir, sum byrjaðu inni. Ikki óvæntað fær Finnur Justinussen besta próvtalið, men Súni Olsen, snúningsdepilin á miðvøllinum hjá Víkingi, fekk arbeitt seg upp á eins týdningarmikið avrik.
Frá 1-6:
1. Vánaligt avrik
2. Undir miðal avrik
3. Miðal avrik
4. Yvir miðal avrik
5. Gott avrik
6. Avbera gott avrik
Víkingur
Geza Turi: (4)
Hevði fleiri góðar bjargingar og átti eina stóran lutapart í, at málið varð hildið reint í hesum dystinum.
Sámal Jákup Joensen: (3)
Eitt óskrivað blað á hægsta stigi, men við sera góðari kropsligari styrki og serliga kvikleika kann hann gera seg galdandi. Er álopskendur og átti fleiri góð innlegg, men eisini nakrar skeivar sendingar og varð útskiftur.
Atli Gregersen: (4)
Setti ikki ein fót skeivan fyrr enn heilt seint í dystinum, og hann átti sín lut í at málið varð hildið reint í hesum dystinum.
Erling Jacobsen: (3)
Stabilt og gott avrik frá miðverjanum, sum var tryggur og ruddaði fleiri bóltar av vandaleið.
Hanus Jacobsen: (3)
Riggaði væl á vinstra bakki, haðani hann mangan flýddi fram at taka lut í álopspartinum og hjálpti Víkingi at koma í yvirtalsstøðu.
Bárður J. Hansen: (4)
Var sum vera man álopskendur og dugdi væl at gera seg spælbaran í høgru síðu. Stuðlaði eisini væl í verjupartinum og í høgru síðu fekk hann lukkað av.
Sølvi Vatnhamar: (3)
Endaði eitt sindur í skugganum av Súna Olsen, sum tók sær mest av tí skapandi spælinum, men saman við Súna myndaði hann ein miðvøll, sum vann dystin greitt ímóti NSÍ-miðvøllinum.
Súni Olsen: (5)
Byrjaði ótrúliga væl og var snúningspunkt í trýstinum, sum Víkingur legði alt fyri eitt. Átti uppleggið til fyrsta málið, býtti spælið væl í allar ættir og hevði samanumtikið ein framúr góðan dyst.
Heðin Hansen: (3)
Var ein av teimum minst eyðsýndu leikarunum hjá Víkingi, men tað er trupult at peika á pluss og minus hjá honum í hesum dystinum. Avrikið var miðal.
Philip Djordjevic: (3)
Í mun til hvussu nógv hann var á bóltinum fekk hann ikki nógv burturúr og hevði nakrar skeivar sendingar tíðliga í dystinum, men kom væl við aftur og var serliga eyðsýndur ímóti dystarenda, tá ið hann vísti seg at framvegis hava orku eftir og at venda spælinum.
Finnur Justinussen: (5)
Eingin fingur kann setast á avrikið hjá Finni Justinussen, sum livdi upp til leiklutin sum vandamikli áleyparin og meiri afturat. Altíð vandamikil, málsøkjandi og óhugnaliga effektivur. Skeyt tvey mál og var beinleiðis atvold til fyrsta málið – dagsins maður saman við spælbýtaranum, Súna Olsen.
NSÍ
Andras Gango: (2)
Hevði nakrar góðar bjargingar, men ein kundi ynskt sær, at hann var hægstur oftari og loftaði fleiri bóltum – vald hansara í feltinum er ikki stórt. Átti sum so ikki lut í nøkrum máli, men hivaði hinvegin onga stórbjarging fram í kvøld.
Jónhard Frederiksberg: (2)
Legði nógv fyri dagin og rann sum altíð nógv, men varð yvirspældur í fyrsta málinum og bakkarnir hjá NSÍ høvdu grundleggjandi (ov) nógvar støður at taka sær av.
Jens Joensen: (3)
Uttan iva týdningarmikið, at hann nú aftur er í NSÍ-verjuni. Lesur spælið væl, er róligur og skipar verjuna – tað var ikki miðverjan, sum kostaði hjá NSÍ.
Einar Tróndargjógv: (2)
Vardi ikki nóg væl fyri, tá ið Finnur slapp leysur í fyrsta málinum. Hevði hann komið sær fram um Finnur, hevði hann møguliga eisini sloppið undan at gjørt sjálvmál.
Monrad Holm Jacobsen: (3)
Hevði úr at gera á vinstra bakki og var ein av teimum frægu í verjupartinum, har hann tipti fleiri hol og kom sær ímillum í avgerandi løtum.
Andy Olsen: (3)
Var ikki ímillum mest eyðsýndu leikararnar frá dystarbyrjan og mátti líða undir eini frustratiónsútskifting longu eftir hálvum tíma.
Magnus H. Olsen: (3)
Setti seg ikki ígjøgnum fyrstu løtuna, sum endaði við, at Víkingur fekk lagt eitt stórt trýst. Spældi seg tó væl inn aftur í dystin og býtti spælið væl frammarliga á vøllinum umframt at royna seg við skotum.
Haraldur R. Højgaard: (1)
Tapti dystin á miðvøllinum so dyggiliga og skotroyndir hansara í fyrra hálvleiki vóru skeivar. Spældi frægari í seinna hálvleiki, men tað er ikki óhugsandi, at avrikið í kvøld kostar honum eitt pláss á beinkinum aftur næsta dyst.
Árni Frederiksberg: (3)
Var eitt ljós í myrkrinum og gjørdi sítt til at skapa nakrar vandastøður, men hetta var ikki dagurin, at hann skuldi gerast uppleggjari ella málskjútti.
Jann Martin Mortensen: (2)
Lættbeinti álopskendi miðvallarin tuskaði nógv runt á vøllinum, men tað kom ikki nógv burturúr og hann var millum teir mest ósjónligu á vøllinum.
Klæmint A. Olsen: (3)
Fekk, sum altíð, nakrar royndir á mál og datt væl aftur á miðvøllin at vinna nakrar bóltar við síni kropsligu styrki. Mátti tó ásanna, at hann í hesum dystinum ikki fekk takið á Víkinga-verjuni.