Finnur: Vit vístu vánaligan karakter

(Rás2) Hoyr ein vónsviknan leikandi venjara hjá Team Klaksvík, Finnur Hansson taka samanum 22-30 (11-14) tapið ímóti Neistanum

Neistin og Team Klaksvík møttust í bólki 1 í Faxe Kondi steypakappingini í stórhøllini á Hálsi. Neistin vann trygt 30-22, og var á odda 14-11 í steðginum. Eitt skiftið í fyrra hálvleiki var Team Klaksvík tó á odda 8-3.

 

Leikandi venjarin hjá Team Klaksvík, Finnur Hansson sum skoraði eitt mál í dystinum var sera vónsvikin aftaná dystin, ikki minst aftaná góðu byrjanina har Team Klaksvík var á odda 8-3.

 

Fyrstu løtuna hildu spælararnir hjá Team Klaksvík avtalurnar, men so mistu teir alt á gólvið: - Vit vístu ikki karakter, staðfestir Finnur Hansson.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði beinleiðis á Rás2 við Finn Hansson aftaná 22-30 tapið hjá Team Klaksvík ímóti Neistanum.

 

Bólkur 1 – menn

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin1302282
2H71 200000
3Kyndil00000
4Team Klaksvík12230-80

Leygardagin 20.01.18 kl. 18.00 Neistin – Team Klaksvík 30-22
Sunnudagin 21.01.18 kl. 16.00 Kyndil – H71 2