Frá 1. september 2023 fáa finskar kvinnur rætt til frían abort til 12. viku.
Finnland hevur higartil ikki havt frían abort, tí kvinnur skulu hava loyvi frá tveimum læknum, áðrenn tær kunnu taka abort.
Tað skrivar finska kringvarpið Yle.
Í oktober í fjør atkvøddi finska tjóðartingið fyri eini lógarbroyting av landsins 50 ára gomul abortlóggávu.
Sambært Yle viðmerki finska almanna- og heilsumálaráðið í sambandi við lógarbroytingina, at hesar broytingar vóru neyðugar fyri at tryggja kvinnum við barn sjálvsavgerðarrætt.
Tað byrjaði við einum borgaraátaki í 2020 við navninum »Oma Tahto«, sum merkir »egin vilji«.
Higartil hevur Finnland havt strangastu abortlóggávu í Norðanlondum, skrivar Yle.
Fyri at fáa góðkenning til at avbróta barnsburð skuldu kvinnu greiða frá, hví tær ynsktu abort. Tað skuldi grundast við til dømis sosialum ella fíggjarligum viðurskiftum.
Frá í gjár at rokna er eitt persónligt val hjá kvinnum nóg mikið til at fáa eina ávísing.
Í Finnlandi verða framdir eini 7000 abortar um árið, vísa tøl frá almenna heilsumyndugleikanum THL.
95 prosent av hesum verða framdar innan tær fyrstu 12 vikurnar av barnsburðinum.
Janina Kaislasuo, gynækologur og føðilakni, sigur við Yle, at lógarnýskipanin fær breiðan stuðul frá heilsustarvsfólki kring alt landið.
Hon heldur, at broytingarnar fara at framskunda aborttilgongdina við umleið eini viku.
Í danska felagsskapinum Sex & Samfund er tey fegin vegna finsku kvinnurnar.
– Tað er eitt týðandi framstig, at finskar kvinnur í dag ítøkiliga hava fingið frían abort. Serliga fyri finskar kvinnur, men eisini í einum altjóða samanhangi, har hesin spurningurin spjaðir, sigur Majbrit Berlau, aðalskrivari í Sex & Samfund.
Hon leggur dent á týdningin av, at tú sum finsk kvinna ikki longur skal hava góðkenning frá tveimum læknum, áðrenn tú kanst fáa fosturtøku.
– Tað skulu bara vera teir abortar, sum brúk er fyri, og jú fyrr teir verða framdir, tess betri. Avmarkingar sum skrivstovuveldi, sum skal taka avgerðir fyri kvinnuna, er við til at seinka, tá abortur skal fremjast, sigur hon.
Seinasta norðurlandið, sum ikki hevur frían abort, er Føroyar
– Vit ynksja frían abort hjá øllum í heiminum, eisini í Føroyum. Eg havi merkt mær, at tað nú verður tosað um spurningin í Føroyum. Tað er greitt, at tann avgerðin skal takast í Føroyum, men fyrimunirnir við fríari abort er ógvuliga týðuligar og týðandi frælsisrættindi, sigur Majbrit Berlau.
Føroyska abortlóggávan er 70 ára gomul. Tann gamla danska lógin, sum varð til 1973, tá Danmark fekk frían abort, er enn galdandi í Føroyum.
/ritzau/