Í dag gjørdist greitt, at Sauli Niinistö (mynd) verður í Turkalandi í morgin og fríggjadagin, og at hann fer at hava samrøður við turkiska forsetan, Recep Tayyip Erdogan, undir vitjanini.

Finski forsetin væntar eitt Nato-ja frá Erdogan

Í Turkalandi verður sagt, at turkiska tjóðartingið ætlar at góðkenna finsku Nato-umsóknina fyri forsetavalið í landinum.

Í dag gjørdist greitt, at Sauli Niinistö (mynd) verður í Turkalandi í morgin og fríggjadagin, og at hann fer at hava samrøður við turkiska forsetan, Recep Tayyip Erdogan, undir vitjanini.

Finski forsetin, Sauli Niinistö, væntar, at hann fer at fáa grønt ljós til finskan Nato-limaskap, tá hann hittir turkiska forsetan, Recep Tayyip Erdogan í Turkalandi í hesi vikuni. 

 

Í telduposti til tíðindastovuna Reuters skrivar finski forsetin, at Erdogan ynskir, at teir báðir hittast "forseti til forseta", tá hann er til reiðar at góðkenna umsóknina hjá Finnlandi.

 

Fyrr í dag gjørdist tað alment, at Sauli Niinistö verður í Turkalandi í morgin og fríggjadagin, og at hann fer at hava samrøður við turkiska forsetan undir vitjanini.

 

- Millumtjóða viðurskifti og finska umsóknin um Nato-limaskap eru mál, sum verða umrødd á fundinum í Istanbul, verður upplýst av forsetaskrivstovuni hjá Recep Tayyip Erdogan.

 

Í Turkalandi verður sagt, at turkiska tjóðartingið ætlar at góðkenna finsku Nato-umsóknina fyri forsetavalið í landinum, sum verður í mai.

 

Sagt verður eisini, at umsóknin hjá Svøríki um Nato-limaskap verður viðgjørd fyri seg - og ikki saman við umsóknini hjá Finnlandi.

 

Turkaland og Ungarn eru einastu lond í Nato-verjusamgonguni, sum telur 30 lond, ið enn ikki hava góðkent umsóknirnar hjá Finnlandi og Svøríki. 

 

Fyri at lond, sum ikki eru limir í Nato, skulu kunna gerast limir í samgonguni, er neyðugt, at øll verandi limalond taka undir við umsóknini.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.

 

 

 

Í dag gjørdist greitt, at Sauli Niinistö (mynd) verður í Turkalandi í morgin og fríggjadagin, og at hann fer at hava samrøður við turkiska forsetan, Recep Tayyip Erdogan, undir vitjanini.