Finst at fiskiskapi í Eystursjónum

Altjóða umhvørvisfelagsskapurin - Oceana - finst nú harðliga at umsitingini av fiskiskapinum í Eystursjónum.

Í eini frágreiðing vísir Oceana eitt nú á, at tað framhaldandi eru trupulleikar við óskrásettari og ólógligari veiði í Eystursjónum. Felagsskapurin skjýtir tí upp, at fiskiveiðieftirlitið í økinum verður hert.

- Fleiri av núverandi ásetingum eru ikki nóg góðar til at tryggja fiskiveiðina og havumhvørvi upp á longri sikt, sigur felagsskapurin.

Oceana heldur tað eisini vera ein trupulleika, at ásetingar og kvotur bert eru galdandi fyri nøkur av fiskasløgunum, sum eitt nú laks og tosk, meðan skipanir vanta fyri eina røð av øðrum fiskasløgum.