Mangur droymur um tað perfekta lívið-men finnst tað.
Nøgdsemi kemur innifrá og út-ikki útifrá og inn.
Man má hava allar síður av sær sjálvum við: ítriv, arbeiðið, vinir, alt til sína tíð.
Her onkustaðni í meldrinum finst tað perfekta lívið í løtum.
Lívið livst millum hæddarpunktini: tann vanligi gerandisdagurin.
Lær at njóta ein túr eftir vegnum, støð har vit møtast og heilsast.
Teir neyvendigu merkisdagarnar, ið geva nakað eyka.
Tað fullkomna lívið er óloysiligt tvinna saman við tí ófullkomna.
Tá vit hava lært tað, er lívið herligt.
Veit ikki hví hesar reglur leiða tankarnar á religión, allarhelst tí DR2 vísur søguna um Apartheid, hvar anti-apartheid rørslan (AAM) fær sín uppruna.
Eitt argument, ið verur nýtt av ávísum hvítum prestið, til at undirkúða tað afrikanska fólkið við eru: bíbliuvers.
Eg øtaðist og tó, soleiðis hava hesi vers verið brúkt og misbrúkt, alt eftir ynskjum í løtan býðst.
Vit hava fingið høvdið til at tonkja við. Tað kann viðhvørt tykjast sum um fólk leggja høvdi á hylluna og tosa í versum.
Eg kalli hetta yvir religiøs, vil ikki kalla nakran fundamentalist, tá hetta fær meg at síggja terroristar og bumbur fyri mær.
Skilji heldur ikki tankan um, bara bara at gleða seg til man kemur vekk her frá. Vit eru sett á hesa jørð fyri at liva. Ein fantastiskur møguleiki, ið er at gleðast yvir.
Sjálvandi eru ringir dagar allastaðni, men sum heild eru vit heldigari enn so nógv onnur, ið hava kríggj, diktatur, jarðskjálvtar o.a.
Eg havi og havi havt ommur og langommur, ið sanniliga hava havt eina sterka trúgv, uttan at vera yvir religiøs. Dugdu at liva hvørt til sína tíð, jú sanniliga ein góður lærdómur. Fyrimyndarligar!
|