Fípan Fagra trumfaði

5-mannafør kvinnur: Vertirnir fyri kappróðrinum á norðoyastevnu vunnu fimm av róðrunum

Tað var vorðin sum kappróðrardagur hjá Klaskvíkar Róðrarfelag, tá ið tað í dag á norðoyastevnu var farið undir FM kappróðurin í 2023.

 

Tað vóru trupulleikar at fáa barnaróðrarnar frá hondini. Sum so mangan áður ella rættari sum á hvørjum ári, so vísti tað seg, at ungu og óroyndu rógvararnir høvdu ilt við at finna stevið, tá ið tað var roynt at leggja bátarnar. Hetta bar við sær, at hinir róðrarnir vórðu útsettir tað mesta av einum tíma, men tá ið so glið kom á, so gekk tað heilt væl at avgreiða róðrarnar.

 

Síðsti róðurin var tann millum 5-mannafør við kvinnum. Henda róðurin vunnu kvinnurnar umborð á Fípuni Føgru. Fípan var eina bátslongd undan Leikalind, sum róðrarfelagið í Eysturkommunu, Tindur, eigur, og Leikalind var eina hálva bátslongd undan Drekanum, Tjaldrinum og Firvaldi, ið fóru um málstrikuni mest sum í senn.

 

Sigurin hjá kvinnunum í Klaksvík í 5-mannafarini Fípuni Føgru var tann fimti hjá Klasvíkar Róðrarfelag í dag. Tað man kjálka fram ímóti at vera met hjá róðrarfelagnum í Klaksvík á norðoyastevnu.

 

Fípan Fagra vann barnaróðurin við dreingjum, dreingjaróðurin hjá teimum 17 – 18 ára gomlu og 5-mannaførini  við kvinnum. So vann Nevið Reyða kappingina millum 8-mannaførini, og Klaksvíkingur vann í spennandi kapping við Norðing.

 

 

 

##med2##