Fípan Fagra vann dreingjaróðurin

5-mannafør dreingir 17 – 18 ár: Tað vóru tvær bátslongdir aftur til havnardreingir

Dreingirnir í Klaksvík eru óførir at rógva kapp. Tað sást í barnaróðrinum, tá ið Fípan Fagra var øgiiga langt frammanfyri teir næstu.

 

Og tað sæst aftur, tá ið 5-mannaførini við 17 – 18 ára gomlum dreingjum kappaðust. Fípan Fagra og Drekin áttu besta startin. Drekin misti skjótt, meðan Sílið svam væl, og eina løtu sá tað út til, at kappingin fór at vera millum hesar báðar bátarnar.

 

Men tað var skjótt, at Fípan Fagra fleyg meiri enn eina bátslongd frammanfyri Sílið, og framvið Kósabrúnni, inn ímóti Bedingini og fram ímóti málinum øktist munurin alt meiri, og á málinum var Fípan Fagra meiri enn tvær bátslongdir undan havnardreingjum.

 

 

 

##med2##