Tað var sami vinnari í kappingini millum 14-16 ára gamlar dreingir í dag, sum tað var á norðoyastevnu.
Í dag er sundalagsstevna í Hvalvík-Streymnesi. Orsakað av veðri var neyðugt at útseta róðrarnar. Nú hevur fyrsti FM róðurin verið, og úrslitið var soleiðis, sum tað var á norðoyastevnu. Tá vóru tað Fípudreingirnir, sum vunnu, og teir vunnu eisini í dag.
Á norðoyastevnu vóru tað átta sekund frá Fípuni og aftur til næstu bátarnar. Í dag var munurin ikki so stórur. Fípan var fýra sekund frammanfyri Koll úr Kollafirði, sum var tvey smá sekund undan Falki, sum kappaðist í heimasjógvi.
1 | Fípan Fagra (KRF) | 05:06.25 | +00.00 | 7 | ||
2 | Kollur (KÍF) | 05:10.30 | +04.05 | 6 | ||
3 | Falkur (HVR) | 05:12.20 | +05.95 | 5 | ||
4 | Teistin (AR) | 05:12.33 | +06.08 | 4 | ||
5 | Firvaldur (FSR) | 05:14.46 | +08.21 | 3 | ||
6 | Sævarmoy (KRF) | 05:18.29 | +12.04 | 2 | ||
7 | Fiskurin (VK) | 05:20.01 | +13.76 | 1 | ||
8 | Flógvin (ERF) | 05:20.44 | +14.19 | 0 | ||
9 | Ternan (NSÍ) | 05:35.33 | +29.08 | 0 | ||
10 | Blikur (AR) | 05:46.12 | +39.87 | 0 |