Norska blaðið Fiskaren skrivar, at hetta er ?tidenes linefangst? Línubáturin Frøyanes úr Ålesund hevur í 40 dagar fiskað fyri 23 miljónir norskar krónur í veiði eftir patagoniskum tannfiski í Suðuríshavinum.
Saman við øðrum skipum lá norski línubáturin, sum hevur fiskað undir bretskum flaggi, fyrst í árinum og bíðaði eftir, at ísurin á leiðini minkaði.
Orsøkin til bretska flaggið, er, at Noreg ikki hevur megnað at útvega skipinum kvotu á leiðini.
Samlaða kvotan av tannfiski, sum loyvd er at veiða í tí, sum norðmenn rópa Rosshavet við Suðurpólin, var 3.500 tons, og av hesum náddi Frøyanes at fiska tey 250 tonsini í 40 dagar, áðrenn ísur aftur noyddi skipini burtur av leiðini.
Fiskurin, sum Frøyanes hevur fingið á túrinum, er virkaður umborð.
Eini 14 skip hava havt loyvi at veiða av hesi kvotu, og tá ið ísur rak tey burtur, vóru eini 450-500 tons eftir av kvotuni.
20 mans eru við Frøyanesi og við ferðing, bíðitíð, sigling og veiðitíð fevnir túrurin um einar fýra mánaðir - men samstundis er fortjenastan hjá einum dekkara umborð meira enn 500.000 norskar krónur, skrivar Fiskaren.
Til stuttleikar kunnu vit nevna, at ein av bestu føroysku línubátunum í fjør - Klakkur - fiskaði fyri umleið 16,5 miljónir krónur.
Veiðan í Suðuríshavinum eftir patagoniskum tannfiski kann tí á ongan hátt samanberast við ísfiskaveiðina hjá einum føroyskum línubáti.