Fiskaarbeiðið byrjar aftur í Sørvági

Í farnu viku byrjaðu tey aftur at arbeiða fisk á virkinum í Sørvági, har Vestís áður virkaði saltfisk.
Pf. Vesturvón var partaeigari í Vestís, og eru tað teir nýggju eigararnir av pf. Vesturvón, sum saman við m.a. norska felagnum Friomar ætla at salta fisk í Sørvági.

Fiskaarbeiði
Snorri Brend
Sørvágur: Friomar rekur í dag fleiri fiskavirkir í Noregi, og hevur tí gott samband við marknaðin úti í heimi.
Ætlanin er í fyrstu syftu at salta upsa, bæði flaktan upsa og upsafløk. Tað er tó rættiliga sannlíkt, at onnur fiskasløg eisini fara at verða arbeidd á virkinum seinni.
Ætlanin er eisini, at partrolararnir, sum í fjør vórðu seldir av Sørvági, saman við øðrum par- og djúpvatnstrolarum, regluliga skulu leggja veiðuna upp í Sørvági.
- Á henda hátt kann virkið fáa tey umleið 50 tonsini av rávøru, ið teir miða eftir at arbeiða um dagin, verður sagt úr Sørvági.

Fyrsta lastin
Dagligur leiðari á virkinum verður Poli Hansen av Strondum. Hann hevur áður verið leiðari á virkinum, men seinastu tíðina hevur hann starvast fyri Fariga í Letlandi.
Sagt verður, at fyrstu tíðina verður arbeiði til seks fólk á virkinum.
Seinast í farnu viku var Vesturleiki á Sørvági og landaði. Henda túrin høvdu teir roynt eystanfyri, og høvdu umleið 60 tons inni, har meginparturin var upsi.
Nýggja virkið keypti 50 tons av hesi lastini, meðan restin varð seld øðrum. Vesturleiki er farin aftur til fiskiskap.