Fiskakeyparar fegnast um saltaðan tosk av Bankanum

- PRG er ein framúr søga um kreativitet og stór góðskukrøv - ein sólskinssøga um framhaldandi vørumenning og nýhugsan.

- Nú Føroyabanki er latin upp aftur fyri avmarkaðum vinnuligum fiskiskapi, er sera hugaligt at síggja, at okkara saltfiskavirkir gagnnýta hesa heimsins bestu rávøru til saltfisk.

 

Tað sigur Johan Mortensen, sum er og hevur verið ein av forsprákarunum fyri, at serstaka tilfeingið á Føroyabanka verður gagnnýtt á bestan hátt - og til ediligastu vørur.

 

- Eitt fiskavirki, ið ger seg sterkt galdandi innan føroyska dygdarframleiðslu av saltfiski, er Fiskavirkið í Gøtu – við sølunavninum og sterka brandinum, PRG.

 

Páll Gregersen sigur, at keyparar úti í heimi, eitt nú í Italiu og Spaniu, hava tikið væl ímóti saltfiskinum, sum er virkaður úr toski av Føroyabanka, nú ávísur fiskiskapur aftur er á Bankanum.

 

Á hesum marknaðum er Faroe Bank Bacalao eitt gandaorð, ið framvegis livir, sum eitt super brand, hóast tað nú eru fleiri ár síðan, at vinnulig veiða varð loyvd á Føroyabanka.

 

##med2##

 

Um nøkur ár verður PRG í Gøtu 100 ár, og hevur virkið tá havt framleiðslu í eina heila øld uttan steðg.

 

- Hetta er ein framúr søga um kreativitet og stór góðskukrøv. PRG er ein sólskinssøga um framhaldandi vørumenning og nýhugsan.

 

Johan Mortensen heldur, at Fiskavirkið í Gøtu soleiðis eigur at geva øllum, sum hugsa um vørumenning innan fiskaframleiðslu, stóran íblástur.

 

##med3##

 

 

 

PRG er ein sólskinssøga um framhaldandi vørumenning og nýhugsan.