Fiskamarknaðurin: Gott veður og góður streymur

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at eini trý línuskip koma inn at landa í næstu viku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at eini trý línuskip koma inn at landa í næstu viku.

 

Tað er línuskipið, sum í løtuni roynir vestan fyri og fiskar tosk og hýsu -  og línuskipið sum fiskar eystan fyri og fiskar svartkalva.

 

- Vit vænta, at hesi bæði skipini koma inn at landa síðst í næstu viku.

 

Lagt verður aftrat, at eitt línuskip fiskar við Rockall, og meginparturin av veiðini er brosma, longa og skøta. Hetta skipið landar helst fyrst í næstu viku.

 

Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at eitt línuskip er í íslendskum sjógvi, og eitt er í grønlendskum sjógvi. Haraftrat eru tvey onnur línuskip til fiskiskap undir Føroyum og frysta veiðina umborð.

 

Um útlitini til útróður, sigur marknaðurin, at streymurin verður góður, og veðrið sær eiisni út til at gerast gott.

 

- So, væntandi verður nakað av útróðri í vikuni, sum stundar til, sigur Fiskamarknaður Føroya um útlitini hjá húkaflotanum fyri næstu viku.