Fiskaprísirnir halda sær

Fleiri prísir vóru góðir á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya í gjár. Tann størsti toskurin kom upp í knappar 27,00 krónur, og meðalprísurin var 23,54 krónur. Eisini tann minsti toskurin, toskur 5, fekk góðan prís og fór fyri 13,63 krónur í meðal fyri kilo.

Tann besti hýsuprísurin kom upp í 23,00 krónur, longan kom upp í knappar 16,00 krónur, og brosman kom upp í 8,30 krónur.

Í seinastuni hevur lítil upsi verið á uppboðssøluni, men í gjár vóru nøkur tons, og tey fingu góðan prís. Næstan allar støddirnar komu upp í 9,40 krónur, og meðalprísurin fyri upsa 1 og 2 var oman fyri 9,00 krónur.

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin 213 tons í gjár, og tey fóru fyri góðar 2,9 milliónir krónur.